Sølu- og útflýggjanartreytir

Treytir fyri sølu- og útflýggjan av gávukorti frá Gist & Vist

Hesar treytir fyri keyp og nýtslu av gávukortum skulu lesast og góðkennast, áðrenn at gávukortið verður keypt og í aðrar mátar tikið í nýtslu.

 

Gávukortið kann einans nýtast á deildum og sølustøðum hjá Gist & Vist PF. Deildirnar eru hesar: Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hotel Vágar, KOKS, Barbara, Áarstova, Ræst, ROKS, Mikkeller, Ruts, 1933, etika, hvonn, NO12, eta, The Tarv, Smyrjibreyðsbúðin, bitin, Suppugarðurin, Skeiva Pakkhús, Silo, Kioskin hjá Astu, Verkamatur

 

Minsta upphædd á gávukorti er 100 kr. og mesta upphædd er 10.000 kr.

 

Gávukortið fæst frá

Gist & Vist
Oyggjavegur 45
100 Tórshavn
Telefon: +298 317500
Teldupostur: gavukort@meiraavtigoda.fo
V-tal: 401900

 

Bílegging og bíleggingarváttan

Tá ið tú hevur skrivað tína gávukortbílegging og avgreitt gjaldið, fært tú alt fyri eitt eina bíleggingarváttan við telduposti. Ansa eftir, at tú trýstur rættan teldupostbústað, so váttanin kemur fram í øllum góðum.

 

Tú ert bundin av keypsavtaluni, tá ið tú hevur trýst á “Góðkenn keypið”, og tað stendur “Takk fyri bíleggingina” á skíggjanum.

 

Tú kanst prenta sølu- og útflýggjanartreytirnar, sum váttan fyri keypið.

 

Hevur tú trýst skeivt ella gjørt annað mistak, tá tú bílegði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gist og Vist (gavukort@meiraavtigoda.fo), sum hjálpir tær.

 

Upplýsingarnar um samband standa niðanfyri.

 

Gist & Vist
Oyggjavegur 45
100 Tórshavn
Telefon: +298 317500
Teldupostur: gavukort@meiraavtigoda.fo
V-tal: 401900

 

Hygg at upplýsingum um iðranarrrætt niðanfyri.

 

Gjaldsháttur

Tú kanst gjalda við:

Dankort, VISA, Mastercard, JCB og Maestro.

 

Gjaldið verður avgreitt av NETS (ePaymentmodul (gjaldsmodul)). Nets avgreiðir øll kortgjøld og allar kortdátur og virkar eftir altjóða trygdarstandardi (tí sonevnda Payment Card Industry Data Security Standard, stytt PCI DSS). Upplýsingar sendar millum okkum og dátuviðgeran verða bronglaðar í SSL (Secure Socket Layer).

 

Upphæddin fer av tíni kontu, tá gávukortið verður sent.

 

Gávukortið er eitt handhavarakort – mist kort verða ikki endurgoldin.

 

Treytir fyri útflýggjan

Gávukortið verður vanliga útflýggjað eftir einum ella tveimum gerandisdøgum, um ikki annar útflýggjanardagur er umbiðin, tá kortið varð bílagt. Útflýggjan er mánadag, mikudag og fríggjadag, tí sent verður mánadag til fríggjadag. Einki verður sent leygardag, sunnudag og halgidagar.

 

Øll gávukort verða send við posti (a prioritaire). Seinkingar kunnu vera við postinum, sum Gist & Vist onga ávirkan hevur á.

 

Um so er, at gávukortið ikki verður útflýggjað, men hvørvur í postinum, skal boðast frá hesum á t-posti: gavukort@meiraavtigoda.fo. Í slíkum føri verður nýtt gávukort sent, treytað av at horvna kortið ikki er brúkt, av tí at tað tá verður roknað sum komið fram.

 

Fyrningarfreist: 5 ár. Gávukortið gongur út 5 ár eftir útflýggjanardagfesting ella 5 ár eftir seinastu áfylling.

 

Burturmist/ógildað gávukort verður ikki endurgoldið.

 

Avgreiðslukostnaður

Kostnaður fyri avgreiðslu og sending er 70 kr. fyri gávukortið.

Vanligu reglurnar um iðrarnarrætt eru galdandi.
Føroyskur lógarrættur og vernarting er galdandi.

 

Gildi

Gávukortið gongur út 5 ár eftir útflýggjanardagfesting ella 5 ár eftir seinastu áfylling.

 

Salda

Tú fært kannað saldu á gavukort@meiraavtigoda.fo

 

Fyll á gávukortið

Við nevndu gjaldskortum fært tú nær sum helst fylt á aftur gávukortið við at seta pening inn á tað: DK/VISA, MasterCard, Maestro, VISA, American Express, JCB ogVeko Finans.

 

Áfylling á gávukortið fer fram á gavukort@meiraavtigoda.fo. Nevnd upphædd verður vald, minsta upphædd 100 kr. og mesta upphædd (íroknað núverandi saldu) er 10.000 kr. Tú skalt seta kross við, at tú hevur lisið og góðtikið sølu- og útflýggjanartreytirnar, áðrenn tú fert til gjald. Tá ið tú trýstur á knøttin “Góðkenn keypið” og peningaflutningurin er avgreiddur, verður keypið váttað á skíggjanum við boðunum “Takk fyri bíleggingina”. Síðan fært tú eina keypskvittan við telduposti.

 

Viðvíkjandi áfylling eru vanligu reglurnar um iðrarnarrætt galdandi.

 

Ætlar tú at kæra um sjálvt gávukortið

Viðvíkjandi kærum skalt tú seta teg í samband við:

 

Gist & Vist
Oyggjavegur 45
100 Tórshavn
Telefon: +298 317500
Teldupostur: gavukort@meiraavtigoda.fo
V-tal: 401900

 

Ætlar tú at kæra um vøru/veiting, ið er keypt við gávukortinum, skalt tú seta teg í samband við Gist&Vist, har kortið er keypt.

 

Mál

Henda avtala verður gjørd á føroyskum.

 

Set teg í samband við okkum

Hevur tú spurningar, eru vit at hitta á gavukort@meiraavtigoda.fo ella á telefon +298 317500.

 

Persónsdátupolitikkur

Vit savna bara inn eyðmerkiligar (identificérbarar) persónsupplýsingar sum navn, bústað, telefonnummar ella t-post, tá ið tú av tær sjálvum letur okkum hesar upplýsingar.

 

Virkisnavnið nýtir hesar upplýsingar fyri at geva tær tær upplýsingar, sum tú hevur biðið um, ella fyri at avgreiða eina avtalu, tá ið tú hevur bílagt eina veiting hjá okkum.

 

Allar upplýsingar, sum verða savnaðar inn, verða viðgjørdar í trúnaði og verða ikki latnar londum uttan fyri ES/EBS.

 

Upplýsingarnar verða viðgjørdar av einum uttanhýsis dátuviðgera (Nets), og nýtti gjaldsritbúnaðurin (gjaldssoftware) virkar eftir trygdarkrøvunum hjá tjóðarligum og altjóðaligum kortsamskipanum, sum verða nevnd PCI-standardur (Payment Card Industry Data Security Standard). Upplýsingar sendar millum okkum og dátuviðgeran verða bronglaðar í SSL (Secure Socket Layer).

 

Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum feløgum uttan játtan frá tær frammanundan, men tær kunnu verða nýttar av okkum ella tí felagnum, sum virkar sum dátuviðgeri fyri okkum við tí í hyggju at viðgera upplýsingarnar, m.a. til at avgreiða gávukortkeyp, fylla á gávukort og loysa út innstøðuna á gávukortinum.

 

Harumframt kunnu vit í virkishøpi nýta upplýsingarnar við tí í hyggju at gera marknaðarkanningar og líknandi.

 

Tú kanst fáa nærri upplýsingar um tær persónsupplýsingar, sum vit hava skrásett um teg, við at venda tær til okkara.

 

Í tí sambandi kanst tú fáa rættað møguligar skeivar upplýsingar um teg ella biðja okkum lata vera við at viðgera upplýsingar um teg.

 

Umbøn um innlit ella mótmæli fæst við at venda sær til: Gist & Vist.

 

Samband

Gist & Vist
Oyggjavegur 45
100 Tórshavn
Telefon: +298 317500
Teldupostur: gavukort@meiraavtigoda.fo
V-tal: 401900

©2021 Gist&Vist